Standið saman um sjálvbjargni og samstarv!

Um tú ynskir eina rødd á fólkatingi:

 

  • Sum vil vera eygu, oyru og røddin, sum tryggjar landi okkara ávirkan og rættindi.
  • Sum veit, at neyðugt er at samstarva um mál av felags týdningi, so sum verju- og trygdarmál, men altíð við okkara áhugamálum og avgerðarrætti í huga.
  • Sum sakliga og málsøkin arbeiðir fyri at vinna okkum land. Og sum ongantíð góðtekur, at avgerðir, sum snúgva seg um okkum, verða tiknar uttanum okkum
  • Sum hevur royndir og evnini at samstarva fyri at røkka settum málum.
  • Sum vil taka burtur allar forðingarnar á uttanríkispolitiska økinum og vinna okkum fullan sjálvsavgerðarrætt. Og limaskap í altjóða samstørvum og sambondum.
  • Sum vil tryggja rættindi hjá føroyskum lesandi, sjúklingum, pensjonistum og øðrum í skipanum millum londini.
  • Sum vil vísa fram dyggu førleikarnar hjá vinnuni, listini, ítróttinum, granskingini og framtakshuganum í Føroyum, og arbeiða fyri møguleikum at mennast.   
  • Sum ikki býtir heimin í svart og hvítt, tí tað sjáldan fremur loysnir.

 

Eitt umboð, sum ikki, eins og aðrir flokkar, treytaleyst stuðlar bláari ella reyðari stjórn, men ger tað, ið tænir Føroyum best. Sum tekur teg og land okkara í álvara.

 

Savnist um sjálvbjargnisrøddina

 

Ein sjálvbjargnisrødd merkir at taka ábyrgd, eisini í altjóða høpi. At duga væl at samstarva við onnur lond, eisini danir, um felags avbjóðingar. Tað verið um verjupolitikk, átøk at basa veðurlagsbroytingum, útbúgvingar og gransking, at basa fátækradømi og so frameftir. Samstarv á jøvnum føti, alla tíðina við tí fyri eyga, at tæna áhugamálunum hjá landi okkara.

 

Øll, sum ynskja eitt fólkatingsumboð, sum hvønn dag arbeiðir fyri at verja vunnin rættindi og flyta avgerðirnar heim, eiga at standa saman á valinum 31. oktobur. Tjóðveldi hevur besta møguleikan at gerast henda rødd, og tí vóni eg, at tú vilt stuðla lista E.

 

Títt álit, okkara og mín styrki!

 

X við E

 

Bjørt Samuelsen

 

Tjóðveldi