Stangavegur er dýrur fyri nógvar bilførarar

Seinastu tíðina hevur løgreglan givið nógvar bøtur og nógv klipp á Stangavegnum í Klaksvík.

Eina løtu fyrrapartin í gjár gjørdi løgreglan kanningar í ferðsluni í Runavíkar-økinum.

 

- Her vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at tosa í handhildnari fartelefon, visti vaktleiðarin at siga í morgun.

 

Seinni gjármorgunin og nakað út um middag var løgreglan aftur á Stangavegnum í Klaksvík.

 

Hetta var á einum vegastrekki, har vegarbeiði hevur verið í eina tíð, og har bert einvegis ferðsla er loyvd.

 

- Í kanningunum í gjár vórðu fimm mál skrivað, visti løgreglan eisini at siga í morgun.

 

Tvey mál vórðu, har bilførarar koyrdu móti ferðsluni og trý mál, har bilførarar tosaðu í handhildnari fartelefon.

 

Nú fáa bilførarar bæði bót og klipp í koyrikortið fyri at tosa í handhildnari fartelefon, meðan koyrt verður.

 

Og koyrir tú ímóti ferðsluni á vegastrekki, har bert einvegis ferðsla er loyvd, gevur tað eisini klipp í koyrikortið.

 

- Soleiðis fingu bilførararnir, sum vórðu tiknir í Runavík og Klaksvík í gjár, bæði bøtur og klipp í koyrikortið, sigur løgreglan.

 

Á Stangavegi eru nógvar bøtur skrivaðar seinastu tíðina, og her hava fleiri bilførarar fingið klipp í koyrikortið.