Sterka samráðingarstøðan skal brúkast

Við at peika á ein forsætisráðharra frammanundan valinum, standa vit í ófatiliga veikari samráðingarstøðu. Tað tænir ongum endamáli, tá politikkur snýr seg um at fáa so stóra ávirkan sum gjørligt og at røkja okkara áhugamál.

 

Vit í Tjóðveldi vilja heldur brúka eina sterka samráðingarstøðu til at fáa so stóra ávirkan á førda Føroyapolitikkin og so stór uttanríkispolitisk gjøgnumbrot sum yvirhøvur gjørligt.

 

Heldur enn at blanda okkum í danskan innanríkispolitikk við taka part við antin eini reyðari stjórn ella eini borgarligari stjórn, vilja vit røkja áhugamálini hjá Føroyum mótvegis donsku stjórnini. Bara gjøgnum samstarv og samráðingar ber hetta á mál.

 

Føroya- og ríkisfelagsskapspolitikkurin er altíð hin sami í Statsministeriinum, og fyri okkum er ongin munur á, hvør stjórnar Danmark og hvønn vit skulu samstarva við.

 

Okkara skylda er at arbeiða fyri størri uttanríkispolitiskum rásarúmi hjá Føroya landsstýri, betri marknaðaratgongd til umheimin, og at ongir føroyingar skulu hava verri treytir í Danmark enn aðrir norðurlendskir borgarar.

 

Samstarv við reyð og blá á Fólkatingi, tað er einasti vegur fram fyri Føroyar.

 

Koma vit í eina sterka samráðingarstøðu, har vit vera tungan á vágskálini, skal hon brúkast heldur enn avreiðast undan valinum.

 

 

 

X við Tjóðveldi

 

Rógvi Nybo