Tær snedigu søgurnar hjá sambandsflokkunum

Føroyingar hava rætt at lesa og búgva og arbeiða og fáa sjúkraviðgerð í Danmark og øðrum londum sum ein sjálvstøðug tjóð

 

Nógvar stuttligar søgur eru í valstríðnum til hetta fólkatingsvalið.

 

Til dømis, at ein flokkur sigur seg ikki vera til sølu – tí hann hevur longu selt seg treytaleyst til ein danskan flokk! Ella at ein flokkur, sum einaferð segði seg vera ein tjóðskaparflokk, sigur fremsta málið hjá sær vera at fáa eina “bláa” stjórn í Danmark. Tað var nú ein blá ein... Ella at ein flokkur við løgmanni á odda, biður um hjálp frá einum donskum fólkatingsmanni og flokki í einum føroyskum valstríði.

 

Tær snedigu søgurnar - sum ikki eru stuttligar

 

Men tað eru nú eisini nakrar snedigar søgur frá sambandsflokkunum.

 

Til dømis royna tey enn at billa føroyskum ungdómi inn, at tey ikki kunnu lesa í Danmark, uttan at Føroyar leggja seg undir Danmark. Ella at føroyskir sjúklingar ikki kunnu fara til sjúkraviðgerð í Danmark og øðrum londum, um vit gerast sjálvstøðug.

 

Hesar snedigu søgurnar eru onki stuttligar. Og tær eru heldur ikki sannar. Tær kunnu bara hava til endamáls at ræða fólk og taka frælsishugsanina frá teimum – við at siga beinleiðis ósatt fyri okkum.

 

Vit gjalda sjálv 100% fyri alla sjúkraviðgerð. Enntá oftast dupultan prís, tí vit gjalda fyri sjúklingahotell og annað afturat. Tað hevur onki við at vera í danska ríkinum at gera. Og slíkar avtalur gera sjálvstøðug lond sínamillum.

 

Sambandsflokkarnir nevna eisini ein sonevndan R-frádrátt ella Føroya frádrátt til lesandi. Hann fáa íslendingar eisini.

 

Norðurlendskar avtalur gera okkum javnsett

 

Og so eru tað onnur rættindi. Sannleikin er, at øll norðurlond hava avtalur um, at vit kunnu lesa frítt hjá hvørjum øðrum. Vit kunnu flyta frítt og arbeiða frítt. Og vit hava sama rætt til sosialar tænastur, heilsuhjálp, arbeiðsloysistrygging og at fáa okkara útbúgvingar góðkendar. Og tá ið vit flyta ímillum, so hava norðurlendingar eisini rætt til at fáa upptjenta pensjón við sær, fyritíðarpensjón ella barsilsrættindi.

 

Men tá ið føroyingar flyta til Danmarkar gerast vit danir beinanvegin. Tað sama, tá ið vit flyta heimaftur ella danir flyta til Føroya. Vit sleppa ikki inn undir norðurlendsku avtalurnar og rættindini. Tí hava so nógv trupulleikar av pensjón og sosialum rættindum, tá ið tey flyta.

 

Hetta hevði verið loyst, um vit fingu rættindi sum norðurlendskir borgarar í Danmark – og danir tað sama, tá ið tey flyta til Føroya.

 

Lestrarstudningur fyrsta árið og taxakoyring í Keypmannahavn

 

Føroya landsstýri hevur gjørt eina fullkomna kanning av, hvør munurin er á, at vera danskur ríkisborgari í Danmark – ella at vera norðurlendskur borgari, sum flytir til Danmarkar. Alt og øll øki fyri ein borgara, vórðu lýst og staðfest.

 

Kanningin vísti, at tað vóru bara tvey rættindi, sum vit hava í Danmark sum danskir ríkisborgarar í  mun til, um vit vórðu føroyskir og norðurlendskir ríkisborgarar í Danmark:

 

  1. Rætturin til at fáa danskan lestrarstudning frá fyrsta degi:
  • Aðrir norðurlendskir borgarar mugu fáa lán ella studning úr heimlandinum tað fyrsta árið, men kunnu síðani fáa danskan studning, um tey ynskja tað.  Vit føroyingar eiga sjálvandi at gjalda okkara lesandi ein betri lestrarstudning enn tann danska, so fólk kunnu velja tað. Eisini ein studning, har tú ikki skal skundast og trýstast gjøgnum útbúgvingar við hóttan um at missa studning. Okkara ungdómur má hava loyvi at leita og velja og skifta til tað, sum mennir tey mest.

 

 

 

  1. Rætturin at koyra taxabil í Keypmannahavnar Kommunu:
  • Bert kommunan í Keypmannhavn krevur, at tú skalt vera danskur ríkisborgari fyri at fáa loyvi at koyra hýruvogn.

 

Á øllum øðrum økjum, hava allir norðurlendingar sama rætt. Og á fleiri økjum hava bæði teir og ES-borgarar betri rættindi, tá ið tey flyta til Danmarkar.

 

  • Tað er galdandi fyri pensjónir og fyritíðarpensjónir og arbeiðsloysistrygging, har tú fært tað sama við tær, sum tú hevði heimlandinum.
  • Og tað er galdandi fyri málslig og mentanarlig rættindi, har tú kanst fáa rætt til málsliga hjálp og tulking hjá myndugleikunum og til móðurmálsundirvísing fyri tíni børn.

 

So er tað ikki rættiliga snedugt, at vit í 2022 skulu hoyra sambandsflokkarnir billa okkara ungdómi slík ósannindi inn, heldur enn at byggja fólk upp til at gerast fræls fólk í heiminum?

 

Veljið tjóðskaparleiðina – hon er onki at ræðast!

 

Høgni Hoydal

 

X við E