HB hevur í dag boðað frá, at málmaðurin seinastu 14 árini, Teitur M. Gestsson, gevast at spæla.
HB.fo skrivar:
Ein legenda takkar fyri seg
Liðskiparin og metmaðurin Teitur gevst við fótbólti fyri at raðfesta familjuna.
Ein stór yrkisleið er komin at enda, nú vit við sorgblídni kunngerða, at Teitur Matras Gestsson gevst við at spæla fótbólt.
Í meira enn eitt áratíggju hevur Teitur verið ímyndin av HB. Við sínum 416 dystum fyri besta liðið eigur hann metið fyri flestar dystir í søgu felagsins.
“Eg havi tikið hesa avgerð í kærleika til HB og til meg sjálvan og mína familju. Og sjálvt um eg sigi farvæl sum leikari, so sigi eg ikki farvæl við felagið”, sigur Teitur.
Vit siga farvæl við meira enn ein spælara. Vit siga farvæl við eina legendu, ein leiðara og eina fyrimynd, sum hevur givið alt fyri felagið. Og hóast handskarnir eru stórir at fylla, virða vit hansara avgerð og takka honum so hjartaliga fyri alt, sum hann hevur givið okkum HBarum.
Góði Teitur, hóast tú ikki hevur traðka tínar barnaskógvar her, ert tú ein av okkara, og er í dag ímyndin av ein ordiligum HBara, og ein fyrimynd fyri ungdómin í HB.