Tí velji eg Annu Falkenberg

Mánadagin fari eg sjálvandi at atkvøða fyri Annu Falkenberg. Fleiri fólk hava spurt meg hví.

 

Eg havi kent Annu síðani tann dagin, hon bleiv fødd, og hon hevur, frá hon var heilt lítil, verið ein sera forvitin genta. Eg helt sjálvsagt, at tað var serliga stuttligt, tá hon spurdi um politisk viðurskifti, og eg royndi altíð at greiða henni frá øllum – sjálvsagt út frá mínum egna sjónarmiði. 

 

Nú er Anna vorðin ein vaksin kvinna. Hon hevur nomið sær útbúgving sum stjórnmálafrøðingur, og seinastu trý árini hevur hon verið mín fasti sparringspartnari á Fólkatingi, sum mín politiski ráðgevi. Anna hevur innlit í politisk viðurskifti og hevur eisini drúgvar politiskar royndir, m.a. sum forkvinna í ungmannafelagnum, varaforseti í Norðurlandaráðnum fyri ung, og eisini hevur hon starvast í tveimum donskum ministerium.

 

Anna er ein kvinna við bein í nøsini, og eg veit, at hon hevði røkt fólkatingssessin væl og ikki minst virðiligt.

 

Tí velji eg Annu, og eg vil viðmæla tykkum at gera tað sama.