Tjóðveldi elskar samband

Samband við allan heim! Vit arbeiða áhaldandi fyri, at land okkara fær allar teir møguleikar og tað frælsi, sum onnur lond hava. At kunna samstarva og gera avtalur á jøvnum føti við onnur lond. At loysa seg úr teimum bondum, sum millum annað uttanríkispolitiska (ó)heimildarlógin leggur á okkum.

 

Eisini á Fólkatingi vilja vit arbeiða fyri, at styrkja møguleikarnar at ávirka og velja, hvørjum vit eru í samstarvi ella felagsskapi við. Um vit ynskja at vera í einari unión við Danmark og/ella øðrum Norðurlondum, gerast partar av búskaparliga samstarvinum í ES, knýta tættari sambond við Ísland, Skotland ella Bretland – í heila tikið, hvørja uttanríkispolitiska kós vit velja, saman við okkara samstarvspørtum.

 

Uttanríkistænasta klár

 

Seinastu 25 árini hava vit bygt upp eina sera væl skikkaða uttanríkistænastu við hópin av starvsfólki og 7 sendistovum kring um í heiminum. Hin áttanda er í umbúnaði. Vit settu á stovn eitt uttanríkisráð og settu landsstýrisfólk í uttanríkismálum. Men hóast vit eru fullfør at taka ábyrgd av egnum uttanríkisviðurskiftum, so sita føroysku landsstýrisfólkini framvegis ikki til borðs á jøvnum føti við uttanríkisráðharrarnar í teimum londum, vit samstarva við. Tað ger danski uttanríkisráðharrin. Hann eigur seinasta orðið og undirskriftina. Vit mugu ótroyttiliga arbeiða fyri at taka burtur lógir og forðingar, sum stika okkum inni.

 

Tað er sjálvandi fyrst og fremst uppgávan hjá løgtingi og landsstýri í Føroyum, við hjálp frá dugnaliga diplomatiska liðnum. Men, ein greið rødd á fólkatingi, kann dyggiliga stuðla undir, at røkka málinum. Kann tala okkara søk og skapa virðing og forstáilsi á fólkatingi og uttanfyri landoddarnar, hevur eftir mínum tykki stóran týdning.  

 

 

 

Vit eru lykilin

 

Í valstríðnum hoyra vit áhaldandi skøvutu sambandsplátuna um avbyrging og at Danmark er lykilin hjá Føroyum til sambond við umheimin. Men grundleggjandi, so eru tað Føroyar og Grønland, sum eru lykilin hjá Danmark at tryggja sær tyngd í altjóða samstarvi. Tí við hesum londum røkkur Danmarkar ríki um norðuratlantshav og allan vegin til Arktis. Tað gevur vald.

 

Tí er tað alt annað enn av tilvild, at alsamt fleiri danskar røddir vilja endurskipa ríksifelagsskapin. Binda okkum tættari. Tað gongur sjón fyri søgn. Føroyar eru nú so sjálvstýrandi, at seinastu fetini eru færri enn tey flestu geva sær far um. Tí ræður um hjá donskum politikarum at finna vegir at halda fast um ríkisfelagsskapin. Tey vita fullvæl, at áhugin fyri sambandi og samstarvi við Føroyar og Grønland er stórur úti í heimi.

 

Vinn vinn

 

Øll lond eru tengd at øðrum londum og heiminum. Og finna saman í samstørvum, sum gagna pørtunum. Sum eru vinn vinn. Føroyar fara ongantíð at virka einsamallar í heiminum – tað gera eingi lond. Sambandið við Danmark fer at fáa eitt heilt annað skap í framtíðini, tí Føroyar eiga ikki longur at lata sær lynda, at onnur taka avgerðir okkara vegna. Sitandi landsstýrið og samgonga krevja ikki sín rætt. Men danir vita væl, at tað bara er ein spurningur um tíð, til tann romansan er av. Og at eitt landsstýri kemur til, sum vil samband, eisini við Danmark, á jøvnum føti. 

 

Tað avgerandi er, at føroyska fólkið eigur avgerðarrættin at skipa seg, og at knýta tey sambond og vera partur av teimum avtalum og felagsskapum, sum føroyska fólkið ynskir, og sum tænir føroyskum áhugamálum. Júst, sum danir hava. Tað er eitt áhaldandi krav frá okkum, til eina og hvørja danska stjórn.

 

Tjóðveldi elskar sum nevnt samband. Frítt samband við allan heimin!

 

##med2##

 

Bjørt Samuelsen

 

Valevni til fólkatingið

 

Tjóðveldi