Tjóðveldi villleiðir tey lesandi

Tjóðveldi sigur ikki satt, tá ið flokkurin áhaldandi heldur uppá, at Helsinki-sáttmálin javnsetur øll lesandi í norðurlondum, ið fara undir víðari lesnað í einum øðrum norðurlandi enn sínum egna. Tað passar einfalt ikki!

 

Helsinki-sáttmálin tryggjar einans atgongdina til útbúgvingarstovnarnar. 

 

Rættindini til SU, SU-lán, vælferðartænastur í Danmark s.s. barnakekk, íbúðarstuðul og ókeypis ansingarpláss eru ikki nakað, ið Helsinki-sáttmálin tryggjar nøkrum.

 

Helsinki-sáttmálin tryggjar heldur ikki føroyingum, Føroyafrádráttin ella R-frádráttin, sum hann eitur í dag. Til tað er gjørd serlig protokoll til art. 20 í dupultskattaavtaluni millum norðurlendsku londini, ið bara fevnir um føroyingar. Tann frádrátturin fevnir breiðari og er eisini væl hægri enn vanligi frádrátturin, ið onnur lesandi fáa. Hetta hevur Sambandsflokkurin tryggjað, eins og Sambandsflokkurin hevur tryggjað, at føroyingar, ið fara undir víðari lesna í Danmark kunnu fáa CPR-nummar við at venda sær til Ríkisumboðið.

 

Føroyingar, sum danskir ríkisborgarar, eru føddir við nøkrum rættindum til júst somu vælferðartænastur í Danmark sum danir. Sjálvsagt kann mann ikki gera mun á egnum ríkisborgarum. Og heilt lítið av peningini er tað ikki.

 

Valevni fyri Tjóðveldi, Jóhan Christiansen, villleiddi eisini hyggjaran, tá ið valfundur var á Kambsdali hósdagin 20. okt., tá ið hann segði, at SU var áleið 50-60 mió. kr. um árið.

 

Sambært tølum frá Studna eru áleið 2.000-2.500 føroyingar lesandi uttanlands, sum móttaka góðar 6.397 kr. um mánaðin í SU. Bara tað er áleið 160 mió kr. um árið. Tá er hædd ikki tikin fyri teimum, ið fáa dupult SU vegna barnsburð, so tí er talið helst væl hægri.

 

Enntá kunnu føroyingar fara til onnur lond at lesa við SU á jøvnum føti við danir.

 

Alt hetta er føroyski landskassin spardur fyri í dag, og danska útbúgvingarverkið eigur sín stóra part av heiðrinum fyri, at vit kunnu kalla okkum eitt væl útbúgvið fólk í dag. 

 

Ongin annar flokkur gongur so heilhjartaður inn fyri Ríkisfelagsskapinum sum Sambandsflokkurin.

 

Loysingarflokkarnir t.e. serliga Tjóðveldi, Framsókn og Fólkaflokkurin fara hinvegin at arbeiða fyri at seta ríkisborgararættindini hjá tær og mær í vága.

 

Tí er Sambandsflokkurin einasti garanturin fyri, at hesi íbornu rættindi vera varðveitt, og tað fari eg sum valevni at berjast fyri hvønn dag, um eg verði valdur á Fólkating.

 

Set X við

 

Johan Dahl,

 

valevni fyri Sambandsflokkin til fólkatingsvalið