Er raksturin av Tórshavnar kommunu skynsamur? Hetta er ein spurningur, ið vit eiga at seta okkum í sambandi við fíggjarætlan fyri 2025.
Tølini eru rættiliga greið:
##med2##
Kelda: Hagtalsgrunnurin (2024 er mett skuld) - Frágreiðing: minustølini er ogn og plusstølini er skuld.
FRÁ OGN TIL SKULD
Sum kommuna eru vit farin frá at eiga pening á bók (2002 -2019) og til at skylda pening til lánveitarar! Hetta er í sjálvum sær ikki ein vanlukka, so leingi sum skuldin ikki er ov stór, tí nógvar størri verkætlanir eru ígongd, og vónandi koma vit øll at njóta gott av teimum.
Inntøkurnar hjá kommununi vaksa ár um ár, men skuldin veksur enn meira. Síðani núverandi samgonga tók við, hevur kommunan økt sína lántøku við nærum 300 mill. og tí skyldar hvør borgari í kommununi nú einar kr. 13.000 hvør. Hettar skal gjaldast aftur og heldur hendan gongdin fram, so verður kommunan skjótt so skuldarbundin, at nógv færri pengar verða til framtíðar íløgur.
Tí skal ein málrættað og sterk leiðsla veljast á kommunuvalinum 12. novembur, sum tryggjar at verandi gongd, við at skuldarbinda kommununa, ikki sleppur at heldur áfram. Vit skulu hava ein skynsaman rakstur av Tórshavnar kommunu aftur. Vit skulu gera eina langtíðar raðfestingarætlan fyri rakstur og íløgur, soleiðis at vit fáa tryggjað, at grundleggjandi tænasturnar hjá borgarum verða raðfestar og framdar.
HVÍ VERÐUR IKKI BJÓÐAÐ ÚT?
ENN MEIRI ØRKYMLANDI er vantandi gjøgnumskygnið í sambandi við útboð og fylgjandi sáttmálar, ið eru gjørd við arbeiðstakarar seinastu árini. Tað eru fleiri dømi um, at kommunan ger avtalur um bæði størri og smærri verkætlanir, uttan at bjóða hesar út í alment útboð.
Tað tykist sum hugburðurin hjá politikarunum er: Tað er nógv skjótari og lættari ikki at bjóða út. Hetta er álvarsligt fyribrigdi og ikki gott fyri trúvirðið og umdømið hjá kommuni, ið annars hevur ein sera greiðan sølu -og innkeypspolitikk (útbjóðingarpolitikk). Hetta er upp aftur verri fyri borgaran og fyri vinnuna. Hvussu kunnu vit vita, at vit hava fingið rættan prís uttan útboð? Tórshavnar kommuna er eingin kiosk, sum vit bara kunnu gera við, sum vit vilja. Skilji ikki rættiliga kvirruna rundan um hesa støðuna – hví talar eingin at? Hvar eru tey eftirlit, ið eiga at halda eygað við slíkum?
VIT FÁA MEIRA FYRI MINNI
MEIRI FYRI MINNI skal vera lyklaorðið í sambandi við fíggjarstýring av skattgjaldarans peningi. Kapping skal tryggja rættan prís, soleiðis at vit fáa munandi meiri fyri somu upphædd, tá er longu nógv vunnið.
Harafturat eigur tað at vera grundleggjandi mál hjá landsins størstu kommunu: Vit veita fremstu og somu tænastu til allar borgarar – og vit veita trygd fyri, at øll kunnu bjóða seg fram at røkja uppgávur og tænastur fyri kommununa eftir somu treytum og viðgerð.
Eg vil tryggja gjøgnumskygni, skynsemi, líkarætt og útboð. Og at vit við rættari nýtslu av skattgjaldarans pengum fáa útrættað nógv meira fyri eina givna upphædd. Ikki minst, nú vit skulu undir betri viðlíkahald og umfatandi verkætlanir fyri at nøkta bústaðartørvin hjá ungum so væl sum eldri.
Gunnar Djurhuus
Valevni fyri Tjóðveldi
á Lista E í Tórshavnar Kommunu