Tryggleiki og rættvísi

Tá eg tosi um tryggleika og rættvísi, so er tað fyri okkum øll, ung sum gomul, í Føroyum.

 

Løgreglan og kriminalforsorgin eru ríkismál og tí er hetta nakað, sum eitt fólkatingsumboð kann gera nakað við. 

 

Tað fyrsta, sum vit skulu virka fyri, er at umstøðurnar hjá løgregluni í Føroyum verða betraðar munandi, soleiðis at  umstøðurnar innan løgregluna verða tær somu í øllum ríkinum.

 

 

 

Rúsevnistrupulleikar eru vorðnir størri seinastu árini

 

Rúsevnistrupulleikar eru vorðnir størri, serliga millum tey ungu. Tí er tað neyðugt at fáa fleiri løgreglufólk út á gøturnar, soleiðis at løgreglan er tættari við, har brotini verða framd. Hetta, fyri at gera tað tryggari, bæði hjá ungum sum vaksnum, og hesum vilja vit virka fyri.

 

 

 

Syrgiligar lagnir

 

Vit renna okkum í lagnur, har ungir føroyingar eru komnir skeivt fyri av lógini og soleiðis enda í donskum hákriminellum fongsli, har teir verða introduseraðir fyri rúsevnum og kriminellum umhvørvi. Hetta eru sorgarsøgur, sum vit kundu sloppi undan, um vit høvdu eitt nútímans fongsul og um vit  raðfestu kriminalforsorgina í Føroyum.

 

 

 

Nýtt fongsul í Føroyum

 

Løgmaður og danski forsætismálaráðharrin gjørdu í ár eina avtalu um at byggja nýtt fongsul í Føroyum. 

 

 

 

Sambandsflokkurin á Fólkatingi hevur støðugt arbeitt við hesum máli og fekk játtað 1,5 mió. kr. á fíggjarlógini fyri 2021 til at kanna viðurskiftini hjá føroysku kriminalforsorgini. Niðurstøðan í kanningini vísti, at viðurskiftini í Føroysku kriminalforsorgini ikki vóru nóg góð og at at eitt nýtt fongsul var átrokandi.

 

Eitt umboð hjá Sambandsflokkinum fer at tryggja, at avtalan um at byggja nýtt fongsul í Føroyum verður raðfest.

 

 

 

Sámal Hanni Lognberg,

 

valevni fyri Sambandsflokkin