Ukrainar skulu sjálvir gera av nær kríggið endar

- Tað týdningarmesta og mest akutta er stuðulin til Ukraina, og her er Donald Trump komin við ógreiðum útmeldingum, sigur fyrrverandi norskur forsætisráðharri

- Tað eru ukrainar og eingin annar, sum gera av, nær kríggið endar.

 

Tað sigur Erna Solberg, fyrrverandi forsætisráðharri í Noregi og leiðari hjá Høgra. Hon heldur, at tað er neyðugt at vera klokkuklárur í hesum máli.

Í sínari talu í dag í Høgra-flokkinum nam hon eisini við valið av Donald Trump sum nýggjur og komandi forseti í USA. 

 

Hon helt tað vera trupult at siga, hvat forsetavalið í USA fer at merkja.

 

- Tað týdningarmesta og mest akutta er stuðulin til Ukraina, og her er Trump komin við ógreiðum útmeldingum, heldur fyrrverandi forsætisáðharrin.

 

Erna Solberg segði, at tað verður Ukraina - og eingin annar - sum fer at gera av, nær kríggið endar. 

 

- Tað verður ikki Russland, og tað verður ikki USA, men ukrainar sjálvir, legði hon aftrat.

 

Donald Trump hevur sagt, at hann skal fáa enda á krígnum millum Russland og Ukraina eftir minni enn einum samdøgri, tá hann verður forseti.

 

- Sjálvt um alt, sum verður sagt í einum valstríði, ikki verður veruleiki, mugu vit vænta, at nøkur ting enda sum faktiskur politikkur.

 

Erna Solberg vísti á, at USA er týdningarmiklasti sameindi hjá Evropa - uttan mun til, hvør situr í ovalu skrivstovuni, sum hon tók til.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesar útsagnir hjá fyrrverandi norska forsætisráðharranum nú fyrrapartin.