Vit føroyingar kunnu alt, men ikki einsamøll. Ein fólkatingssessur kann veruliga gera mun, um hann verður tikin í álvara.
Nú umboð fyri Føroya Mansstýri enn einaferð so dyggiliga hevur gjørt okkum fyri skommum í útlandinum, er meira enn nakrantíð neyðugt við góðari og sakligari umboðan á Christiansborg. Gevur tú mær høvi, vil eg tryggja eina virðiliga umboðan av Føroyum og føroyingum á Fólkatingi.
Eg vil eisini virka sum millumlið millum Føroyar og umheimin, fyri almennu Føroyar og fyri menniskju annars. Hetta vil eg gera í góðum samstarvi við myndugleikar og skipanir, sum longu finnast. Sjálvandi eri eg til taks hjá menniskjum, sum koma tvørt fyri í skipanum, tá tey eru í Danmark og uttanlands.
Eisini vil eg samstarva við føroyskar myndugleikar, stovnar, vinnu- og mentanarlív, har fólkatingssessurin kann gera ein mun.
Vitan er vald, og eg vil arbeiða fyri at útvega atgongd til vitan um mál, sum viðkoma okkum. Uttanríkispolitikkur, heilsumál, veðurlagsbroytingar og umhvørvismál. Alt mál, sum hava stóran týdning fyri føroyingar og fyri Føroyar, og sum krevja áhaldandi arbeiði á øllum pallum, eisini á Fólkatingi.
At arbeiða av øllum alvi á fleiri pallum er bara til gagns fyri fólk og samfelag.
Við mínum politisku royndum, mínum arbeiðssemi og førleikum annars eri eg væl skikkað til at røkja ein føroyskan fólkatingssess.
Og sjálvandi røki eg fólkatingssessin fulla tíð.
Gott javnaðarval. Gott kvinnuval.
Kristianna Winther Poulsen,
fólkatingsvalevni fyri Javnaðarflokkin