Fólkatingsvalið er skjótt í hæddini, men nógvir borgarar hava lítlan ella ongan møguleika at fylgja við og luttaka. Tí tey sleppa ikki framat at hoyra, síggja ella lesa alt tað, sum sagt og skrivað verður. Ella at luttaka í kjakinum. Hetta avmarkar av álvara fólkaræðið, og er ein ábyrgd, sum myndugleikar og politikarar ikki longur skulu skáka sær undan.
Politikarar, flokkar og miðar kýta seg at kunna og viðgera politisk mál. Valskráir verða viðgjørdar. Kjakfundir eru kring landið. Valevni skriva dúgliga í bløð og á netmiðlar. Faldarar verða bornir í hvørt hús, og valevni royna á alskyns hátt at røkka og sannføra veljaran.
At kunna luttaka í øllum hesum, tá val er og velja eftir sannføring, er eitt hitt týdningarmesta í einum fólkaræði. Men, ein stórur partur av borgarunum í landi okkara hava snøgt sagt ikki atgongd til somu pallar sum vit onnur. Hetta kann til dømis vera fólk, ið eru blind, ella hava niðursetta sjón, avbjóðingar við at síggja, hoyra ella skriva. Heimasíður hjá flokkum, miðlum og almennum myndugleikum eru ikki atkomulig fyri borgarar við ymiskum avbjóðingum. Nøkur undantøk eru, har heimasíður eitt nú hava teldutalu o.l., men langt er ímillum.
Fysiska atkoman til veljarafundir, til wc og aðrar neyðugar hentleikar eigur sjálvandi altíð at vera í lagi. Vónandi er hetta batnað nógv seinastu árini. Tørvur er eisini á at teknmálstulka og skrivitulka til slíkar fundir. Og í 2022 fyrigongur øðiliga nógv á netinum. Tí mugu Kringvarp, bløð á netinum, heimasíður hjá flokkunum v.m. øll at gerast atkomulig fyri so nógvar borgarar, sum tað á nakran hátt ber til.
UPPSKOT UM ATKOMU FYRI ALLAR BORGARAR
Tíðliga í ár løgdu vit í Tjóðveldi fyri Løgtingið eitt uppskot um at tryggja atkomu fyri allar borgarar til almennar heimasíður og appir. Vit vildu hava at standardir og treytir, sum krevjast fyri at kunna tryggja borgarunum hesi rættindi, koma uppá pláss. Eftir sama leisti, sum gjørt hevur verið í ES. Tøknilig krøv eftir felags altjóða standardi, WCAG (Web ContentAccessibilityGuidelines). Hetta er alneyðugt, nú alsamt meira samskifti og avgreiðslur hjá stovnum og myndugleikum eru á netinum.
Allir politiskir flokkar eiga eisini at fáa sær heimasíður, sum fylgja hesum standardi.
Uppskotið fall, men hetta er ikki minni átrokandi at fáa framt. Vit arbeiða víðari við at fáa eina lóg um atkomu til almennar heimasíður, appir o.tíl. fyri borgarar við skerdum førleikum.
MÍNAR GREINAR VIÐ TELDUTALU
Í hesum valstríðnum royni eg at gera mínar greinar (tær flestu) atkomuligar fyri fleiri við teldutalu. Til komandi val vóni eg, at tað á øllum heimasíðum hjá flokkum, miðlum, á FB og aðrastaðni, verður soleiðis, at til ber at trýsta á ein knøtt fyri at hoyra tekstin, og aðrar hjálpifunkur, sum gera tilfarið á netinum atkomuligt fyri so nógvar borgarar, sum tað yvirhøvur ber til.
Greinin kann hoyrast her:
##med2##
Bjørt Samuelsen
valevni til fólkatingsvalið
Tjóðveldi
x