Í kvøld leiktu Allan Norðberg, Bjarni í Selvindi og liðfelagarnir í Vali heimadyst í bestu íslendsku hondbóltsdeildini móti HK Kópavogi í høllini á Hlíðarenda í Reykjavík.
Tað eydnaðist Vali at vinna stórsigur 33-23. Í steðginum var heimaliðið á odda 15-9.
Bjarni skoraði fýra mál, og Allan skoraði tvey mál.
Valur er triðfremst í deildini við 14 stigum fyri 10 dystir. Teir eru bert eitt stig aftanfyri liðið hjá Halli Arasyni og Sveini Olafssyni, Afturelding, og oddaliðið, FH sum hava 15 stig hvør.
Komandi fríggjakvøld klokkan 19.30 spælir Valur dyst á útivølli móti Haukum.