Vardir bústaðir til borgaran

Bíðilistin til bústaðir hjá teimum, ið bera brek, er stórur. 170 fólk standa á bíðilista til hóskandi bústað, og hetta talið veksur alsamt. Haraftrat eru fleiri av verandi bústøðum í so ringum standi, at teir kunnu skjótt ikki brúkast. Vit hava longu nú fleiri dømi um, at fólk av hesi orsøk hava verið noydd at flyta heimanífrá, til heim teirra er umvælt – og dømini verða helst fleiri komandi tíðina.

 

Speedarin má setast í botn. Hetta skal raðfestast hægri. Sjálvandi tekur tað sína tíð at byggja bústaðir, og her er eingin quick fix loysn, men allir knútar, ið kunnu loysast, skulu loysast skjótast gjørligt!

 

Bústaðir hevur fingið játtað 200 milliónir kr. til vardar bústaðir. Bústaðir skal ikki byggja íbúðir, sum kosta 11.000 kr. at leiga, tað skal tað privata gera. Bústaðir skal halda seg til vardar og bíligari íbúðir.

 

Raðfestingin at byggja bústaðir til fólk, ið hava serligan tørv, hevur higartil gingið striltið. Við hesari ferðini fara summi fólk í hesum bólkinum, kanska ongantíð at fáa egið heim at búgva í.

 

Fyri Miðflokkin hevur hetta hægstu raðfesting.

 

Vanligt er, at ungfólk flyta heimanífrá, tá tey eru fyrst í 20-unum, og tað skal sjálvsagt vera møguleiki hjá øllum, sum ynskja tað, óansað hvør tú ert.

 

Langt er eftir á mál. Tosaði herfyri við unga gentu, sum hevði staðið í 8 ár á bíðilista, og nú hevði hon fingið íbúð, hon var so glað, hon dugdi ikki at greiða frá hvussu glað hon var.

 

 

 

Bústaðarneyðin, hjá teimum við serligum tørvi, er ikki loyst fyrr enn virðiligir bústaðir eru til tey, sum ynskja egnan bústað.

 

Tá virðiligir bústaðir, ið uppfylla tørvin hjá teimum við serligum tørvi, eru tøkir hjá øllum, ið hava ein serligan tørv, kunnu vit verða nøgd. Tað verið seg, at bæði fysisku rammurnar og røttu starvsfólkini eru til staðar.

 

Hvat skulu tit gera, sum bíða eftir bústaði í dag – og familjur tykkara?     

 

Gev Miðflokkinum tína atkvøðu... tí hetta er tað, sum vit ynskja at raðfesta allar hægst. Tey sum bíða og familjur teirra skulu eisini halda fram at krevja hægri raðfesting. Lat okkum standa saman um okkara veikastu og tryggja teimum virðiligar karmar.

 

 

 

Jann Johannesen,

 

Valevnið hjá Miðflokkinum