Í hesum skiftandi tíðum er umráðandi, at føroysku umboðini vilja samstarva á fólkatingi og í teimum felagsskapum, sum okur eru partar av.
Okur vita ikki, hvat liggur fyri framman, men vita, at eitt javnaðarumboð søkir samstarv og samanhald. Báði innan- og uttanfyri ríkisfelagsskapin.
Í Andglettinum tórsdagin segði sambandsumboð, at Sjúrður Skaale framhaldandi kundi arbeiða við sokallaðum smámálum, tí tað fóru tey ikki.
Javnaðarflokkurin takkar fyri álitið og fer framhaldandi at virka fyri málum og viðurskiftum, so sum: rættartrygd, góðum samstarvi við stjórnina og harvið Nato, men ikki minst fara okur at virka fyri ítøkiligum ætlanum kring landið - føra realpolitikk. Javnaðarflokkurin svarar eisini fyrispurningum frá fólki - onki for smátt.
Nú fleiri flokkar greitt hava mist jørðforbindilsi, so er umráðandi, at fólkið velur samstarv og samanhald, sum gevur úrslit.
Henrik Old,
fólkatingsvalevni fyri Javnaðarflokkin