Liðið Mikkjal K. Thomassen er høvuðsvenjari hjá, AIK Stockholm spældi mánakvøldið dyst á útivølli móti niðurflytingarhótta, IFK Norrköping.
Tá 26 minuttir vóru leiktir av dystinum gjørdi Ioannis Pittas hjá AIK sjálvmál, og so var Norrköping á odda 1-0. Fleiri mál komu ikki í dystinum. Teir hjá heimaliðnum kundu fegnast um at hava bjargað plássinum í deildini, meðan AIK má vinna seinasta dystin á heimavølli komandi leygardag klokkan 14.
AIK hevði nakrar góðar málmøguleikar í seinna hálvleiki, men inn fekst bólturin ikki.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum:
##med2##