Næsta ár er kongsvitjan á skrá hjá landsstýrinum. Vitjanin skuldi havt verið í fjør, men varð útsett vegna verkfall á privata arbeiðsmarknaðinum.
Í sambandi við fíggjarlógararbeiðið spyr fíggjarnevndin hjá Løgtinginum Løgmansskrivstovuna um ynskið hjá ráðnum at fáa hægri játtan upp á 800.000 krónur til almennar vitjanir og útsettu kongsvitjanina, og hvussu tey eru komin til hesa upphædd. Spurt verður eisini, um hetta skal vera játtanin á hvørjum ári.
– Fyrst er at siga, at kongsvitjanin sum varð útsett í 2024 verður eftir ætlan í 2025. Eisini er løgmaður vertur fyri ríkisfundi í 2025. Møguliga verður onkur størri almenn vitjan aftrat teimum báðum nevndu í 2025, svarar Løgmansskrivstovan, sum heldur, at tað eigur vera ein føst játtan til almennar vitjanir o.l. (t.d. ríkisfundir).
– Løgmansskrivstovan fer væntandi til broytingaruppskot landsstýrisins saman við Fíggjarmálaráðnum at gera uppskot um hetta, og væntandi verður eisini í broytingaruppskotinum biðið um eina hægri upphædd enn tað sum biðið var um í fíggjarlógaruppskotinum. Um útreiðslurnar til størri vitjanir verður minni enn væntað, verður játtanin sjálvsagt ikki brúkt, skrivar Løgmansskrivstovan, sæst í tilfarinum hjá fíggjarnevnd Løgtingsins, sum í hesum døgum arbeiðir við uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2025, sum skal samtykkjast fyri jól.