Á valfundinum á Glasi í gjár varð nevnt, at Tjóðveldi var sera virkið á fólkatingi valskeiðið 2015-2019.
Hetta er púra rætt, tí nevndu fýra ár settu vit donskum ráðharrum 80 skrivligar og munnligar fyrispurningar.
Settir vórðu ráðharrum 39 skrivligir spurningar og átta munnligir. Haraftrat vórðu settir 33 spurningar í ymsum fólkatingsnevndum, sum ráðharrar svaraðu.
Evnini snúðu seg um eitt nú sjálvsavgerðarrætt, sosial- og heilsumál, uttanríkispolitikk, løgreglu, útlendingamál, verjumál og stjórnarskipan.
Talið á fyrispurningum á ymsu økjunum var hetta: Sosial- og heilsumál 12, uttanríkispolitikkur og handil 12, sjálvsvgerðarrættur 9, ríkisborgararættur 9, loftferðsla 7, stjórnarskipan 7, løgregla 7, útlendingamál 6, verjumál 5, flagg og mál 3, rættargangslóg 2 og Norðurlandaráð 1.
Sum tað sæst, snúðu flestu spurningarnir seg um økir, ið framvegis ikki eru yvirtikin, og m.a. var løgreglan, ið virkar undir truplum umstøðum í Føroyum, ofta á breddanum.
Vit fingu eisini staðfest, at Danmark ongantíð hevur boðað altjóða samfelagnum frá, at landið viðurkennir føroyingar sum tjóð við rætti til at skipa seg sum fullveldi - og heldur ikki ætlar sær at gera tað.
Uttan okkara virknu umboðan var málið um vantandi viðurkenning av føroyskum sjálvsavgerðarrætti ongantíð komið í ljós.
Eisini fekk áhaldandi trýst frá okkara umboði danir at avgreiða málið um at viðurkenna løgfrøðiligu kandidatútbúgvingina á Fróðskaparsetrinum á jøvnum føti við útbúgvingar á lærdum háskúlum í Danmark.