Eg stilli upp til kommunuvalið, tí eg vil vera við til at at taka ábyrgd og ávirka, hvussu okkara felags kommuna sær út komandi árini og um 20 ár. Eg havi skrivað og sagt nógv um ítøkiligar ætlanir og týðandi mál, sum skulu loysast á bygd og í bý í kommununi.
Men vit mugu hava visjónir – mál og mið – sum vit stýra eftir.
Visjónin nú og fyri komandi 20 árini, er:
- At vit sum fólkavald umboð skulu altíð GERA MUN FYRI FÓLK og IKKI GERA MUN Á FÓLKI. Serliga fyri tey, sum í dag ikki hava somu møguleikar at verða hoyrd og vird – og ikki hava serstakt samband til valdsskipanirnar í Býráðnum. Fólk skulu hava somu tænastur og rættindi í kommununi – og vinnufyritøkur skulu hava sama møguleika at bjóða tænastur til kommununa.
- At vit eru tann mest atkomiliga kommunan fyri fólk við rørslutarni, sjónveik og hoyriveik og sálarligum avbjóðingum.
- At vit eru tann besta kommunan at vaksa upp í – at seta búgv, stovna vinnu, at gera sjálvboðið arbeiði í felagsskapi, at liva og lesa í – og at gerast eldri í.
- At vit eru ein kommuna við enn meira fjølbroyttum vinnulívi og ein livandi lestrarbýur í Norðuratlantshavi.
- At kommunan verður tann grønasta kommunan um okkara leiðir við 100% grønari orku, náttúruvernd og fríøkjum – og við bestu atgongd til sjógvin og landið. Harundir felags skiljingarskipanir fyri rusk úti í grannaløgum og býlingum, og at renovasjón, brennistøðin og kloakkirnar verða nútímansgjørdar til hægsta støði.
- At vit hava bestu ferðslutrygd og møguleikar hjá børnum og fólki til gongu og á súkklu at ferðast trygt – eisini um tær ovurstóru ferðsluæðrarnar, við eitt nú gongu-/súkklutunlum undir ella brúm yvir bilvegirnar.
- Og at vit sjálvandi kunnu bjóða øllum at hava sítt egna heim og sín egna bústað fyri ein rímiligan penga – bæði í býnum, men eisini úti á bygdunum og oyggjunum, sum eru partar av kommununi.
Gott val!
Vinaliga
Gunnar Djurhuus
Valevni á Lista E, Tjóðveldi
til Tórshavnar kommunu