Í dag hava fleiri kjak verið um mentan. Eg luttók sjálv í einum kjakið á Skúladeplinum í Hovi, har spurningurin var um Føroyar skulu hava ein mentanarpolitikk, ið byggir á eina semju sum røkkur yvir fleiri ár. Nú siti eg og lurti eftir kjakinum, sum var á Reinsarínum í kvøld og undrist á at bland kemur í hugtøkini mentan og list.
Mentan – eitt yvirskipað hugtak
Mentanarpolitikkur snýr seg um okkara lív. Mentanin er menning, meining og innihald í okkara lívi. Hon fær okkum at skilja okkum sjálvi, onnur menniskju og samfelagið vit liva í. Hon er okkara mál, okkara søga, okkara siðir, okkara list, okkara miðlar og okkara framtíð - tvs okkara børn og ungu og tey støð har tey ferðast frá vøggustovu til útbúgvingarmøguleikar og frítíðarítriv.
Í Javnaðarflokkinum ynskja vit ein fevnandi mentanarpolitikk, sum eggjar til grundan, intellektuella og kreativa menning og sum virkar fyri javnstøðu, fjølbroytni, frælsi, fólkaupplýsing og einum sterkum fólkaræði.
Og sjálvandi skal lista- og mentanarpolitikkur byggja á langtíðarsemjur. Annars halda vit fram, sum vit plaga, at fíggingin bíðar, til alt annað er avgreitt. Tað er óvirðiligt og tilvildarligt- ikki bara fyri listafólkunum, men fyri alt landið.
Listin skal stuðlast ikki stýrast
Listin er ein partur av okkara mentan. Hon skal vera fræls – hon skal stuðlast, ikki stýrast. Tað skal ikki vera eitt einstakt landstýrisfólk, sum tekur avgerðirnar, um hvør skal stuðlast. Vit mugu hava ein listapolitikk, lógir og kunngerðir, sum ikki bert eru ein lítil avleggari í okkara mentanarpolitikki, men sum snýr seg um sjálva listina, og tey fólk sum skapa okkara list.
Í Javnaðarflokkinum vilja vit tryggja, at tær minst 13 milliónirnar, sum vit føroyingar gjalda í mvg fyri stroymingtænastur, enda í føroyska landskassanum, og ikki sum nú í danska statskassanum. Hesir pengar skulu oyramerkjast til list. Við hesum krónum kunnu vit ikki gera alt, men vit kunnu gera nógv. Vit hava í mong ár sæð, at okkara listafólk megna stórar verkætlanir, sum røkka langt út um landoddarnar og hesi kunnu ikki halda fram at arbeiða ókeypis.
Um vit taka fríyrskisbólkarnar innan leiklist. Einans 650.000 krónur hava verið játtaðar til hesa listagrein í nógv ár. Og tað er alt ov lítið! Vit kundu við einum parti av hesum 13 milliónunum hækkað hesa upphædd munandi, so veruligur stuðul varð veittur hesum bólkum, sum hava sett eitt stórverk fyri og annað eftir á pall, bæði heima og uttanlands. Eitt virksemi, sum skapar so ómetaliga nógvar ringar í vatnið. Og sama kundu vit gjørt við hinar listagreinarnar.
Tryggjað, at okkara bestu listafólk eisini kunnu liva í Føroyum!
Hesum fari eg at arbeiða fyri, um tú setur tín kross við meg 8. desembur!
Birna Heinesen, valevni Javnaðarfloksins