Vit skulu brúka allar pallar

Havi sæð onkran sambandsmann skriva, at tað er ónatúrligt at fólk, sum vilja einar sjálvberandi og sjálvstøðugar Føroyar, vilja sleppa á fólkating.

 

Í einum fólkaræði er einki, sum er meir nátrúrligt, enn at tú roynir at nýta allar teir pallar, sum tú kanst, fyri at røkka teimum málum, sum tú heldur tæna landi og fólki best.

 

Eg vil fegin, at Føroyar gerast sjálvbjargnar á øllum økjum, og tí bjóði eg meg fram á fólkatingsvalinum, sum verður 31. oktober 2022.

 

Fólkaflokkurin hevur sett sær sum mál at vera ein sterk rødd á Fólkatingi, sum tosar sak føroyinga við virðing fyri viljanum hjá løgtinginum.

 

Eg hevði sett stóran prís uppá álit tykkara til valið 31. oktober 2022, og eg vóni, at tit vilja velja meg ella eitt av hinum valevnunum hjá Fólkaflokkinum.

 

 

 

Árni Skaale