Vit stytta lógarásettu arbeiðstíðina

Góðu veljarar,


Av evropeiskum londum eru vit í Føroyum tey, ið arbeiða flestar tímar um vikuna.


Ímeðan vit her hjá okkum hava tosað fyri deyvum politiskum oyrum um at seta arbeiðstíðina niður í 37 tímar, tosa onnur um at seta arbeiðstíðina enn longur niður.


Ein kanning, sum fakfeløg hava latið gjørt, vísir greitt og tíðiliga, at ein styttri arbeiðsvika hevði verið okkum ein góð samfelagsíløga.


Nettokostnaðurin av at stytta arbeiðsvikuna á almenna og kommunala arbeiðsmarknaðinum niður í 37 tímar er 104,4 mió, og ikki 750 mió, sum politiski myndugleikin áður hevur spátt. Og hetta er áðrenn onnur viðurskifti, sum lækka um samlaðu nettoútreiðslurnar, eru tald við.


Kanningin vísti, at ein styttri arbeiðsvika hevur við sær minni strongd, færri sjúkradagar, økta lívsgóðsku og betrar um javnvágina millum familju- og arbeiðslív. Hetta eru ágóðar hjá samfelagnum, sum undirstrika, at tað er neyðugt av álvara at taka málið at stytta arbeiðsvikuna upp í politisku skipanini, so loysnir kunnu finnast, hvussu vit koma hartil.


At stytta arbeiðsvikuna er eitt av hjartamálum mínum. Í fleiri ár havi eg sum fakfelagsformaður reist spurningin í politiskum høpi, men undanførslan og pástandurin hevur alla tíðina verið, at hetta er alt ov kostnaðarmikið, og at samfelagið ikki er ført fyri at bera eina stytting av arbeiðsvikuni. Men hetta hava fakfeløgini við álítandi kanning mótprógvað.


Við tykkara stuðli valdagin skal eg gera alt tað eg kann fyri at tryggja at arbeiðsvikan við løgtingslóg verður stytt til í minsta lagi 37 tímar. Við tykkara stuðli er stytt arbeiðsvika í eygsjón!


Við áhaldandi kjaki og upplýsing fara sjálvt tey mest stívrendu at boygna, og tey fara at ásanna, at hetta er einasta leiðin fram.


Við einum sterkum Javnaðarflokki í løgtinginum, fara vit at fáa arbeiðstíðina niðursetta við lóg.

 

 

Gott val!


Súni Selfoss, 

 

valevni Javnaðarfloksins