Kringvarpið slapp einum manni undan at rinda kringvarpsgjald

Tað er ikki í tráð við lógina, at Kringvarpið loyvdi einum manni, sum ikki trúði upp á tíðindi frá Kringvarpinum, at sleppa undan at gjald kringvarpsgjald.

Í morgun fer kringvarpsstýrið á fundi at umrøða málið um, at Kringvarpið hevur loyvt einum einstøkum borgara at sleppa undan at rinda kringvarpsgjald. Tað skrivar Frihedsbrevet.

Tað var við Frihedsbrevet, at ein maður segði – og gav Frihedsbrevet skjalpógv fyri – at hann var sloppin undan at gjalda kringvarpsgjald. Talan er um ein mann, sum ikki trýr upp á tíðndi frá Kringvarpinum, og sum millum annað heldur, at vaksinur eru gjørdar fyri at drepa fólk, og at mánalendingin er eitt bluffnummar.

Tað er annars óhoyrt, at nakað sleppur undan at rinda kringvarpsgjald. Tað er jú ásett við løgtingslóg, at øll yvir 24 ár skulu rinda 170 krónur um mánaðin í kringvarpsgjaldi – og at pensjónistar rinda eitt lægri gjald.

Tað er galdandi fyri øll fólk í Føroyum, uttan – sambært Frihedsbrevet – ein einstakan borgara, sum Kringvarpið hevur loyvt at sleppa undan at rinda, og sum hevur fingið strikað umleið 7.000-8.000 krónur í skuld.

 

##med2##

Við Frihedsbrevet sigur Ivan Nicalsen, kringvarpsstjóri, at maðurin er sloppin undan at rinda, tí at tey í Kringvarpinum vóru stúrin um, hvat hesin maðurin kundi finna upp á at gera, um hann ikki slapp undan lógarásetta gjaldinum. Frihedsbrevet endurgevur kringvarpsstjóran at siga, at »vit tóku hesa avgerð orsaka av trygdini hjá starvsfólki«.

Hann staðfestir samstundis, at »løgfrøðiliga er tað ikki í lagi«.

»Kringvarpið hevur sostatt tilvitað brotið lógina, men segði Ivan Niclasen, at hetta varð gjørt, tí tað varð mett at vera neyðugt út frá einum trygdarspurningi«, skrivar Frihedsbrevet, sum eisini hevur spurt tingfólk úr ymsum flokkum, sum standa spyrjandi um avgerðina hjá Kringvarpinum, sum tey ikki halda er í ordan.

 

»Tað verður hervið váttað, at fyrisitingin í KvF hevur givið TAKS boð um, at tú ikki skalt hava rokning fyri kringvarpsgjald, og at TAKS skal strika tína skuld viðvíkjandi kringvarpsgjaldi«, skrivar leiðslan í Kringvarpinum.