Egyptiski forsetin, Abdel Fattah al-Sisi, kemur í næstu viku á almenna vitjan í Noregi. Vitjanin verður í døgunum, 9. og 10. desember, og Abdel Fattah al-Sis verður fyrsti egyptiski ríkisleiðarin, sum vitjar Noreg.
Norska uttanríkisráðið vísir á, at Egyptaland hevur havt ein stóran leiklut í friðarsamráðingum, eitt nú í Miðeystri.
- Undir vitjanini verður eitt nú høvi at viðgera møguleikarnar fyri einari vápnahvíld millum Ísrael og Hamas, eins og humaniteru viðurskiftini í Gazageiranum verða viðgjørd.
Skrivstovan hjá norska forsætisráðharranum sigur í tíðindaskrivi, at ófriðurin í Miðeystri, krígsførslan í Sudan og russiska krígsførslan í Ukraina eru mál, sum verða viðgjørd undir vitjanini hjá egyptiska forsetanum.
Onnnu mál á dagsskránni eru eitt nú samstarvið millum Noreg og Egyptaland um grøna orkuskiftið og aktuellir ST-spurningar og mannarættindaviðurskifti.
Á vitjanini í Noregi verður Abdel Fattah al-Sis eisini til ein døgurða saman við norska forsætisráðharranum, Jonas Gahr Støre, og egyptiski forsetin skal eisini hitta Harald, kong.
At enda skal forsetin hitta stórtingsumboðið, Masud Gharahkhani og uttanríkis-og verjunevndina í stórtinginum, eins og Abdel Fattah al-Sisi eisini skal hitta umboð fyri norskt vinnulív.
Hetta veit tíðindastovan NTB at siga í morgun.