Hotel Djurhuus-deildin:
TB – Mjølnir 3-1 (25-22, 14-25, 25-17, 25-14)
Seinast hesi spældu, var fyri tveimum vikum síðani í Klaksvík, tá TB vann 3-1, og í gjár vann TB aftur 3-1, hesaferð í Trongisvági, og við teimum trimum stigunum klintraði TB upp á triðjaplássið, tvey stig frammanfyri Mjølnir og tvey stig aftanfyri Fleyr á øðrumplássi.
TB fekk flúgvandi byrjan og legði seg á odda 6-0 og megnaði fyri tað mesta at halda frástøðuna, men skuldi kortini brúka seks settbóltar fyri at tryggja sær settið 25-22, tí Mjølnir kom afturíaftur ímóti endanum og minkaði um munin úr 17-24 til 22-24.
Góða gongdin hjá Mjølni helt fram í øðrum setti, og eftir at hava lagt seg á odda 5-1 og 10-5 kom settið ongantíð í vanda, og Mjølnir vann sannførandi 25-14.
Síðani skifti gongdin aftur í triðja setti, og TB var omaná, tó ofta bara við einum og tveimum stigum, men eftir 14-13 fór at dragna millum liðini, og TB vann 25-17.
Mjølnir var væl við í fjórða setti og var á odda 9-5, áðrenn TB javnaði til 10-10 og dró frá og vann 25-14.
Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:
##med2##