Búnaðarstevnan er aktiv fyri bæði tey, sum hava framløgur og fyri luttakarar. Tú kanst seta spurningar og so hevur tú eisini ein góðan møguleika at samskifta beinleiðis við øll á gólvinum.
Umframt fleiri spennandi framløgur, verður fokus sett á tann nýggja landbúnaðarpolitikkin, sum nú er sendur til hoyringar.
Búnaðarstevnan er eitt afturvendandi tiltak og sera viðkomandi fyri menning og kunning innan føroyskan landbúnað, har øll við áhuga fyri landbúnaðarviðurskiftum í Føroyum kunnu hittast og samskifta um ymisk viðkomandi mál,
Búnaðarstevnan hevur eina heimasíðu, har skrá, tilfar vm. kann finnast www.bunadarstevna.fo
Tilmelding fer fram umvegis fylgjandi leinkju: https://seglhus.atgongumerki.fo/webshop/event/2452497/order/info
##med2##
##med3##