Kanada og USA eru samd um at útseta tollin í 30 dagar

Dagin fyri, at nýggir tollur á kanadiskar vørur skuldu koma í gildi, eru tollurin útsettur 30 dagar.

Mynd: David Ryder/AFP/Ritzau Scanpix

Kanada og USA eru samd um at útseta tollin í 30 dagar, sigur kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau, eftir eina samrøðu við amerikanska forsetan, Donald Trump.

Tað upplýsir tíðindastovan AFP seint mánakvøldið.

Avtalan kemur bert fáar dagar eftir, at Trump leygardagin skrivaði undir eina fyriskipan, sum legði 25 prosent av tolli á vørur úr Kanada. Grannalandið boðaði beinanvegin frá, at tað fór at leggja ein líknandi toll á 25 prosent á amerikanskar vørur.

Nýggju tollurin skuldu eftir ætlan koma í gildi í morgin.

Meksiko og USA gjørdu fyrr í dag eina líknandi avtalu um at útseta nýggja tollin á meksikanskar vørur í USA í ein mánað.

 

##med2##

 

/Ritzau/

 

 

Mynd: David Ryder/AFP/Ritzau Scanpix

Mynd: Andrej Ivanov/AFP/Ritzau Scanpix