Badmintonleikararnir úr Havnar Badmintonfelag góð úrslit í Reykjavik 

Aftur í ár vóru nógvir badmintonleikarar til ungdómskapping í Reykjavik.

Leikarar úr HBF luttóku í øllum aldursbólkum, og við ferðalagnum eru venjararnir Aksel, Erland og Wong.

 

Wong hevur  seinastu árini ment badminton ítróttina nógv, og sæst tað aftur í góðu úrslitunum í Reykjavík, og ikki minst í longu bíðirøðunum, sum Havnar Badmintonfelag hevur frá fólki, sum ynskja at sleppa at venja badminton í Havn.

 

Tá ið kappingin, sum varð spæld leygardagin 1. og 2. februar, var liðug, høvdu føroysku leikararnir vunnið fleiri heiðursmerki. HBF ynskir øllum til lukku við heiðursmerkjunum, og takkar øllum, sum eru við á ferðini fyri góða og spennandi dystir.

 

Hesi vunnu heiðursmerkið

 

U13

 

Ida Thomsen, silvur í einmansleiki kvinnur

 

U15

 

Tóra Erlandsdóttir, gull í einmansleiki kvinnur

 

Elisa Niclasen, gull í B finaluni, einmansleikur kvinnur

 

Rósa G.  Sødergren silvur í B finaluni, einmansleiki kvinnur

 

Tóra Erlandsdóttir og Brynja á Borg, gull í tvímansleiki kvinnur

 

Tóra Erlandsdóttir og Óðin Eldevig, gull í blandaðum tvímansleiki

 

U17

 

Sarita Kvilt, silvur einmansleiki kvinnur

 

U19

 

Birna K. Jacobsen, silvur í einmansleiki kvinnur

 

Julianna í heiðunum og Eira Á. Petersen, silvur í tvímansleiki kvinnur

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##