Okkum tørvar eitt “íverksetarahús” fyri íverksetan innan almenna geiran. Neyðugt er at arbeiða við nýskipanum í tí almenna, og tað eru eisini nógv hugskot, um hvussu hetta kann gerast. Tey, sum arbeiða í almennu skipanini til dagligt síggja ofta, hvar tað brennur á, og hvar tað ikki er nóg gott. Tey sita eisini við onkrum góðum hugskotum um, hvussu man kundi gjørt okkurt annað. Hesi fólk uppliva ofta, at tað er langur vegur at fáa smáar játtanir til broytingar, tíð og møguleikar at royna hugskot. Ofta hoyra vit um, at tann almenna skipanin kann virka sum ein køvandi dýna fyri tey kreativu hugskotini.
Um vit skulu fáa sett ferð á nýskipan og íverksetan innan tað almenna, - almenna innovatión, sum tað eisini verður kallað, so er neyðugt, at vit fáa gjørt eina skipan, sum stimbrar undir hetta. Vit hava góð dømi í vinnuliga geiranum, at tað almenna stuðlar undir “Íverksetarahúsið” og “Hugskotið”, sum eru málrættað vinnuligari íverksetan. Hetta kann verða fyrimyndin, ella tað kundi verið uppgávan hjá hesum eisini at fingist við almenna íverksetan. Her kundi verið eitt gott høvi hjá bæði almennum og privatum virksemi at samstarva og lært av hvørjum øðrum fyri at ment eina betri tænastu til landsins borgarar.
Neyðugt verður eisini at seta nakrar “puljur” av pengum av til nýggju hugskotini. Hetta kann gera tað møguligt at royna hesi í verki, uttan at skula tann tunga vegin um verandi játtanarskipanir. Fleksiblar loysnir til kreativ hugskot.
Vit mugu eisini tora betri at “avhøvda” í almenna geiranum. Gevast við tí, sum ikki riggar nóg væl ella als ikki riggar. Steðga við tí, sum er afturútsiglt og tora at loyva tað, sum kallað verður “disruption” í tí almenna. Ikki gera ting, tí vit plaga ella altíð hava gjørt, men gera tað, sum er til gagn fyri borgararnar.
Umráðandi at hesi evni verða sett á skrá av einum nýggjum løgtingi og landsstýri.
Tí skalt tú velja lista C – har finnur tú meg!
Margit Stórá,
valevni á lista C