Andrias og liðfelagarnir eru bert tvey stig frá beinleiðis uppflyting

Chojniczanka vann trivaligan sigur á útivølli í kvøld

Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Chojniczanka spældu í kvøld dyst á útivølli í triðbestu pólsku fótbóltsdeildini móti Jastrzebie.

 

Tað eydnaðist Chojniczanka at vinna dystin 4-2. 

 

Tað var annars Jastrzebie, ið legði seg á odda 1-0 tá 17 minuttir vóru leiktir av dystinum. Seks minuttir seinni javnaði Chojniczanka við einum sjálvmáli, og tá ein hálvur tími var leiktur legði gamli KÍ- og B36 áleyparin, Valerijs Sabala Chojniczanka á odda 2-1, ið eisini var hálvleiksstøðan. Grzegorz Szymusik økti til 3-1 tá 58 minuttir vóru leiktir, og 10 minuttir seinni skoraði japanski, Hide Vitalucci til 4-1 áðrenn heimaliðið slapp at pynta um úrslitið.

 

Chojniczanka er nú fjórðfremst í deildini við 48 stigum nú bert tríggir dystir eru eftir at leika. Chojniczanka er bert tvey stig aftanfyri Kotwica, ið er næstfremst við 50 stigum. Tvey tey fremstu liðini flyta beinleiðis upp í næstbestu deildina, meðan nummar 3 til 6 spæla um uppflyting.

 

Komandi leygardag klokkan 13 tekur Chojniczanka móti Polonia Bytom á heimavølli. Polonia Bytom er bert tvey stig frá sætta plássinum, so tað vera tvey lið á vøllinum sum hava nógv at spæla fyri.