Bárður er bara Bárður. Og hann stendur ikki yvir løgtinginum

Síðsta leygardag vann Bárður eina svimjikapping. Hann var betri, tí hann var skjótari. Men í gjár var hann altso í so skjótur

Í dag var eg á talgildum fundi við bólkaformenninar í øllum donsku flokkunum. Til viðgerðar var ynskið frá løgmanni um at flyta valdagin í Føroyum.

 

Flokkarnir góvu sína meining til kennar, og eftir orðaskiftið søgdu allir uttan ein formliga ja til at eftirlíka ynskinum. Tað gjørdi eg, vegna Javnaðarflokkin, eisini.

 

Avgerðin var altso væl og virðiliga demokratiskt kjølfest. Og tað skal ein slík avgerð sjálvandi vera.

 

Men hetta snýr seg altso um valið í Føroyum - ikki tað í Danmark.

 

Og í Føroyum var avgerðin ikki demokratiskt kjølfest. Ið hvussu var eingin í Javnaðarflokkinum, ið so mikið sum visti um brævið, sum Bárður Nielsen sendi donsku stjórnini, fyrr enn tað stóð í miðlunum. Og eg veit, at tað sama er galdandi fyri aðrar flokkar.

 

Bárður fór solo. Tað var ikki í lagi. Tað hevði hann snøgt sagt ikki mandat til.

 

Bárður ella Føroyar?

 

Javnaðarflokkurin hevur ta støðu, at vit á fólkatingi ikki ganga ímóti einum meiriluta í Føroyum.

 

Trupulleikin í hesum føri var, at ynskið um at flyta valdagin formliga sæð ikki var eitt "føroyskt" ynski. Tað var bara løgmaður, sum hevði skrivað eitt bræv - uttan at tyggja sær stuðul til tað fyrst.

 

Tað er helst sannlíkt, at Bárður hevði fingið stuðul til sítt bræv, hevði hann spurt flokkarnar á tingi fyrst. Hevði hann tað, hevði málið verið savnandi og staðið nógv sterkari.

 

Men tað gjørdi hann altso ikki - og tað kritiseraði eg á facebook eftir fundin í dag. 

 

Bárður kveistraði í útvarpinum kritikkin burtur við at siga, at "Sjúrður er Sjúrður". Hvør skal siga: Sjúrður er eitt tvætl.

 

Tað kann hann halda.

 

Men tað ger einki við tann veruleika, at løgmaður fór uttan um skipanina. Og tá hann ger tað, hava vit einki garanti fyri, at tað, hann ger, er kjølfest í løgtinginum. Hann kundi sagt, at valdagurin ikki skuldi flytast. Ella flytast fram. Ella flytast aftur.

 

Hetta er ikki eitt mál, sum løgmaður formliga ræður yvir. Ja, vit kunnu siga, at í hesum máli er "Bárður bara Bárður". Tí skal hann ikki handla vegna alla skipanina uttan formliga at spyrja skipanina fyrst.

 

Síðsta leygardag kappaðust vit í havsvimjing. Bárður vann. Hann var betri, tí hann var skjótari. Tillukku við tí :)

 

Men í gjár var hann altso í so skjótur.

 

Tað var eingin katastrofa - men hann átti at ásannað, at tað var skeivt.

 

Gott valstríð!