Betri busssamband til Miðnám í Vestmanna

Miðnám í Vestmanna: Komandi skúlaár verður munandi høgligari at ferðast við bygdaleiðum til og frá Miðnámi í Vestmanna. Tað fegnast virkandi rektarin, Fróði Skúvadal, um.

– Vit fegnast um, at tað nú verður lættari hjá næmingum at ferðast til Vestmannar. Vit vita, at verandi støða ger, at næmingar setast aftur, men við dagførdum og tillagaðum ferðasambandi fáa vit sum skúli enn fleiri møguleikar, og tað fer eisini at lyfta støðið enn meira, sigur hann.

Strandferðsla Landsins fer til komandi skúlaár at bøta og betra um busssambandið á leið 100, 300 og 400, so tað verður lættari at skifta millum leiðirnar. Hetta fer millum annað at hava við sær, at næmingar úr Sundalagnum, Kollafirði og Vágum sleppa skjótari fram og aftur.

Miðnám í Vestmanna er gymnasialur miðnámsskúli við tilfeingisbreyt, sum eisini bjóðar aliútbúgving og ferðaleiðaraskeið.