Út við 40 milliónir á muni á tilboðunum

Fríggjadagin var útbjóðing av byggingini av nýggja røktarheiminum á Stórubrekku og nýggjan atkomuveg. Bíligasta tilboðið var 297 milliónir krónur

Fimm tilboð vóru komin inn, tá freistin var farin kl. 13.00. Tað vóru Articon, HVT, J&K Petersen, KANJON og MTV Byggivirki, sum bjóðaðu uppá arbeiðið.

 

Tilboðini, sum komu inn vóru:

 

 

 

Articon: 297.420.971kr.Munur til lægsta tilboð:
KANJON:318.590.098kr.-21.169.127kr. 
MTV Byggivirki:326.912.935kr.-29.491.964kr. 
HVT: 327.950.467kr.-30.529.496kr. 
J&K Petersen:336.682.229kr.-39.261.258kr. 

 

Øll tilboðini eru uttan meirvirðisgjald og uttan fyrivarni.

 

Tórshavnar kommuna fer nú at viðgera øll innkomnu tilboðini

 

Kommunan skrivar, at talan verður um eitt stórt heim við fleiri minni, samanbygdum húsum í ymsum hæddum og rætningum. Heimið fevnir um 64 búpláss og dagtilboð til 50 eldri heimabúgvandi. Harumframt verða 16 røktaríbúðir til einstaklingar og pør, ið verða tær fyrstu av sínum slag her í landinum. Røktarheimið við Stórubrekku verður sostatt eisini størsta røktarheim í kommununi.

 

##med2##

Byggingin leggur dent á, at búfólk skulu kenna tað heimligt og trygt, og at umstøðurnar eru róligar við góðum hentleikum. Smá, vard tún og útirúm verða umframt stórkøk, vaskarí og fysio- og ergoterapi.

 

Tað er ráðgevaratoymið EYA/CUBO, ið vann verkætlanarkappingina um prosjektering og heildarráðgeving av Røktarheiminum á Stórubrekku.  

 

Røktarheimið verður væntandi liðugt í seinnu helvt av 2027.

 

##med3##

##med4##