Føroyar og Rúmdartøkni

Copernicus er heitið á stóra fylgisveina projektinum hjá ESA (European Space Agency). Í Copernicus eru 5 hópar av SENTINEL fylgisveinum. Teir mest áhugaverdu fyri okkum eru Sentinel-1A sum eru radar fylgisveinar og eru ikki tarnaðir av myrki og skýggjum og so Sentinel-2A sum tekur myndir i litum.

Sentinel fylgisveinarnir eru 10 ferður um samdøgrið yvir Føroyum.

##med3##

 

Hvønn dag velur Copernicus eina mynd sum Sentinel fylgisveinarnir taka kring knøttin. Tað var stuttligt at síggja at hetta vikuskifti valdu teir eina mynd av Sørvágsvatni tikin av Sentinel 2 fylgisveini í 786 km hædd ávegis til poløkini. Áður hevur Copernicus sýnt eina mynd Føroyum tikin ein dag tá onki skíggj er yvir okkum.

Hetta er tøkni sum vit kunnu gagnnýta í stóran mun og huxi eg ma., um Landsverk, Kommunur, alarar osfr.

 

##med4##

 

Úr suðri nærkast rumdarvinnan í Føroyar við stórum fetum. Hjá okkara næsta granna, Shetlandi, verða teir nu skjótt tilreiðar at fara undir at skjóta upp rakettir við fylgsiveinum. Tað verða tvey feløg sum byrja at skjota upp ORBEX og so SAXAVORD. Rakettirnar fara at framvið eystan fyri Føroyar ávegis til póløkini. Henda vinnan fer at skapa nógv nýggj størv í Shetlandi og í Skotlandi.

 

##med2##

 

##med5##

 

Johan Mortensen