Fólkatingið hevur nú heimasíðuna á føroyskum og grønlendskum

Í morgun hevur Fólkatignið latið upp eina útgávu av heimasíðuni á føroyskum og grønlendskum

Danska Fólkatingið fer undir føroyska og grønlendska útgávu av heimasíðuni hjá Fólkatinginum.

Hesum boðar Fólkatingið frá á heimasíðuni í morgun.

– Við sjósetingini tekur fólkatingið enn eitt stig í arbeiðinum at styrkja atkomuligheitina tvørtur um tey trý málini í danska ríkisfelagsskapinum, stendur í fráboðanini.

Fólkatingið skrivar, at málbólkurin er ríkisborgarar í Grønlandi og Føroyum, umframt grønlendingar og føroyingar, sum búgva í Danmark.

– Endamálið við verkætlanini er at gera upplýsingar um fólkatingið tøkar um allan ríkisfelagsskapin.

– Í arbeiðnum við at menna heimasíðurnar hava viðkomandi myndugleikar í Grønlandi og Føroyum verið uppií fyri at tryggja góðsku á teimum báðum heimasíðunum.

Formansskapurin í danska Fólkatinginum avgjørdi við árslok 2023, at peningur skuldi útvegast til verkætlanina.

Á heimasíðunum eru millum annað upplýsingar um fólkaræðisligu stjórnina og leiklutin hjá fólkatinginum á økinum, arbeiðið hjá Føroyanevndini og Grønlandsnevndini, umframt arbeiðið hjá uttanríkispolitisku nevndini og arktisku sendinevndini.

Í fjør varð samtulking innførd í fólkatinginum, har fólkatingskvinnan Aki-Matilda Høegh-Dam tosaði á grønlendskum, og síðani vórðu orð hennara týdd til danskt av tulki.

Føroyska og grønlendska útgávan av heimasíðuni koma samstundis sum Danmark er í eini uttanríkispolitiskari kreppu, sum eisini fevnir um Grønland.

Nývaldi forsetin í USA, Donald Trump, hevur boðað frá, at hann vil hava amerikanskt ræði á og ognarrættin til Grønland.

Hann hevur eisini sagt, at hann fer at seta revsitoll á danskar vørur.

Donald Trump hevur eisini ført fram, at grønlendingar eru ónøgdir við Danmark og heldur vilja hoyra til USA.

 

Føroyska útgávan av heimasíðuni hjá Fólkatinginum kann lesast her

 

/Ritzau/