Blátt við nýggjum jólasangi

Tónleikabólkurin Blátt gevur fríggjadagin út nýggjan føroyskan jólasang. Hetta er fyrsta útgáva hjá bólkinum síðani 2011. Talan er um eitt staklag, ið kallast "Frá mær til tín"

 

Jákup Marnar Anthoniussen, sum øll árini hevur verið oddamaður í Blátt, eigur bæði orð og lag. Sangurin varð skrivaður tíðliga í ár, og upptøkurnar fóru í gongd í heyst. Og nú fríggjadagin, tveir dagar og eina viku undan fyrsta sunnudegi í advent, verður sangurin spældur á fyrsta sinni.

 

Frá mær til tín kann hoyrast á Spotify frá fríggjadegnum 22. november og á øllum útvarpsrásum í Føroyum.

 

Sang: Jákup Marnar Anthoniussen

 

Kór: Símun Dam

 

Trummur: Absalon Østerø

 

Guitar: Jóan Petur Hansen (Beddi)

 

Bass: J. Herluf Sørensen

 

Flygel: Eyðbjørn Jacobsen

 

Keyboards: Símun Dam

 

Trompet: Rúni Hentze

 

Munnharpa: Reidar Rasmussen (NO)

 

Partur av skúlakórinum á Skúlatrøð: Kezia, Væna, Barbara, Tóra, Joan N, Hanna, Amy, Elisa, Bjarta, Anna J, Andrea, Eli, Íðunn, Joan J, Elisabeth, Victor, Eva L, Eva S, Emma, Eydna og Ida.

 

Upptøkur og lagt til rættis: Símun Dam & Pætur Gerðalíð

 

Stuðlar: Klaksvíkar kommuna, JFK Heilsøla, Norðoya Sparikassi, Gramex FO Tónleikarafelag, Koda Føroysk tónaskøld