Borðtennis: Føroyskt gull í danskari A-kapping

Seks føroyskir ungdómsleikarar í borðtennis hava um vikuskiftið luttikið í Spar Nord Cup í danska býnum, Roskilde.

Tíðindaskriv:

 

Føroysku leikararnir vóru Bogi Gardar Bringsberg, Elsa Kathrina Gisladóttir, Hadassa S. Christiansen, Jósva F. Højgaard, Rasmus Teitsson í Skorini og Suni á Lava.

 

Úrslitini vóru góð, og tað bleiv til fýra føroysk heiðursmerki. Elsa Kathrina Gisladóttir vann eitt gull, og Rasmus Teitsson í Skorini vann tvey gull og eina bronsu. Elsa Kathrina vann Dame Ungdom B, meðan Rasmus Teitsson í Skorini vann gull í Yngre Drenge A og Herre Junior C, og bronsu í Drenge B.

 

Allan leygardagin og nakað út á sunnudagin var Rasmus ikki til at steðga, og 12 ára gamli hoyvíkingurin vann 17 út av teimum fyrstu 17 dystunum, eitt nú ímóti fleiri av stinnastu donsku leikarunum í aldursbólki hansara, sum er U13.

 

Hetta er fyrstu ferð í mong ár, at ein føroyingur hevur megnað at vunnið gull í einari danskari A-kapping, og bara aðruferð yvirhøvur.

 

Ferðafrásøgn við myndum kann lesast á heimasíðuni hjá Borðtennissambandi Føroya, btsf.fo.