Trump vil hava mineralir afturfyri hjálp til Ukraina

Sambært AFP-tíðindastovuni ynskir Donald Trump serstøk jarðarsløg, sum kunnu brúkast í elektronikki

Amerikanski forsetin, Donald Trump, segði í dag, at hann vil hava, at Ukraina letur USA serstøk jarðarsløg ella mineralir afturfyri amerikanskar hjálparveitingar.

 

Hann segði, at hetta er hansara ynski, eftir at USA hevur latið Ukraina 300 milliardir dollarar í stuðli síðan russisku innrásina í februar 2022 - ella fyri skjótt trimum árum síðan.

 

Sambært AFP-tíðindastovuni ynskir Trump'urin serstøk jarðarsløg og onnur "ting", sum kunnu brúkast í elektronikki. 

 

- Higartil hevur Ukraina ikki svarað ynskjunum hjá amerikanska forsetanum um, hvussu hann vil hava amerikansku hjálpina afturrindaða, leggur AFP aftrat.