Hægstirættur í amerikanska statinum Texas gav í gjár grønt ljós til, at ein nýggj dagfesting verður ásett fyri avrætting av einum 58 ára gomlum manni.
Tað kemur eftir at ein dómari í oktober setti fyribils steðg á ætlaða avrætting.
Tað snýr seg um mannin Robert Roberson, sum átti at verið avrættaður við deyðiligari innspræning í fongslinum í býnum Huntsville í oktober.
Hann verður fyrsti persónur nakrantíð í USA, sum verður avrættaður fyri at hava elvt til »shaken baby syndrom« hjá einum barni. Í 2002 varð hann dømdur fyri at hava dripið tvey ára gomlu dóttur sína við at rist hana.
Hægstirættur heldur, at ein lógarnevnd fór út um sínar heimildir, tá hon bert fáar tímar undan ætlaðu avrættingini 17. oktober valdi at útseta avrættingina.
Ritzau/Reuters