Fólkatingsvalið 2022
Føroyar eru okkara land, og í Føroyum skulu vit valda og gjalda.
Tí fari eg at arbeiða miðvíst fyri at lýsa og virka fyri yvirtøku av teimun málunum, sum enn eru eftir at yvirtaka.
Í «lógtingslóg um ræði á málum og málsøkjum» eru framvegis 13 økir nevnd, sum ikki eru yvirtikin.
Eftir mínum tykki eru tey fyrstu trý økini, sum vit skulu arbeiða við at yvirtaka, hesi:
1) Flogferðsla
2) Sjórættur, sjóuppmerking og vitaverk.
3) Brotsmálaumsorgan (Kriminalforsorgin)
Eg hevði sett stóran prís upp á álit tykkara til valið 31. oktober 2022 og vóni, at tit vilja velja meg ella ein av hinum valevnunum hjá Fólkaflokkinum.
Árni Skaale