A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti er ársins ítróttanavn.
Tað var Føroya løgmaður, verjin hjá ÍSF, Aksel V. Johannesen sum handaði hondbóltskvinnunum heiðurin í Løkshøll í Runavík.
Hondbóltskvinnurnar vunnu seg til HM-endaspælið, har tær megnaðu javnleik 17-17 móti Kroatia, og heiðurlig avrik móti Sveis og Danmark.
Um hondbóltskvinnurnar vinna tveir HM Play Off dystir móti Litava í apríl vinna tær seg í HM-endaspælið í Týsklandi og Niðurlondum, ið verður leikt dagarnar millum 26. november og 14. desember í ár.
Í takkarsamrøðuni við KVF staðfesti Bjarta O. Johansen, at menningin hevur verið sera stór hesi undanfarnu árini.