KÍ hevur sett høvuðsungdómsvenjara

Akademiið hjá KÍ er nú fullsett við venjarum. Oddur Olsen er settur sum høvuðsungdómsvenjari hjá U11 til U15 dreingjum.

Kelda: KI.fo

Oddur Olsen hevur síðani 2012 verið partur av KÍ sum venjari, í 2018, 2019 og 2020 sum høvuðsungdómsvenjari. Seinastu 3 árini hevur Oddur verið í HB, men byrjaði aftur á Djúpumýru í gjár.

 

– Okkara ætlanir við at seta meira fokus á okkara yngru dreingjalið í akademinum gerst nú veruleiki. Eg havi haft nógvar góðar samrøður við Oddur, ið eg kenni sum ein dugnaligan og ídnan venjara. Hann dugur væl at menna leikarar og er tað júst hetta vit fara at arbeiða við, sigur Jonas N. Nielsen akademistjóri við heimasíðuna hjá KÍ.

 

Uppgávan sum høvuðsungdómsvenjari er fjølltottað, og er fyrst og fremst at tryggja at ungdómsliðini frá U11 til U15 fylgja tí venjingarleisti, KÍ hevur sett. 

 

– Tað er gott at koma hoym. Eg gleði meg at koma í gongd og eri sera spentur uppá uppgávuna og vóni at kunna geva felagnum, leikarum og øllum rundan um nakað, sigur Oddur við heimasíðuna hjá KÍ. 

 

KÍ skrivar eisini soleiðis á heimasíðu síni:

 

Tað at høvuðsungdómsvenjari fyri dreingja síðuna er settur merkir at okkara akademileiðsla við Jonas á odda nú er fullsett. Limatalið er næstan tvífalda í felagnum seinastu 3 árini og tí er umráðandi at hava høvuðsungdómsvenjarar rundan um okkara fantastisku venjarar í hvørjum árgangi. Til at stuðla teimum í gerandisdegnum, hjálpa til, sparra og tryggja at venjingar og menningin er nøktandi hjá okkara limum.

 

Okkara høvuðsungdómsvenjaratoymið er mannað av Allan Mørkøre, ið hevur ábyrgdina av okkara gentuliðum frá U11 til U16, Oddur Olsen, ið hevur ábyrgdina av okkara dreingjaliðum frá U11 til U15, Niels Juel Arge, ið hevur ábyrgdina av barnaliðunum frá U9 og yngri og Jonas N. Nielsen, ið útyvir at vera akademistjóri hevur ábyrgdina av U17 dreingjum og 1.deild monnum.

 

Kelda: KI.fo