Freistin at søkja stuðul til film er 1. mai 2025

Við nýggju kunngerðini um stuðul til film er tað Mentanargrunnur Landsins, sum umsitur filmsstuðulin.

 

Mentanargrunnur Landsins lýsir sambært § 4, stk. 1. í kunngerðini alment eftir filmsumsóknum við einari umsóknarfreist upp á í minsta lagi 6 vikur. Harumframt er sambært § 4, stk. 2 fýra árligar umsóknarfreistir: 1. februar, 1. mai, 1. september og 1. november.

 

Av tí at kunngerðin kom í gildi 1. januar 2025, hevur tað ikki verið gjørligt at hildið freistina á 6 vikurr, ið umsøkjari í minsta lagi skal hava, áðrenn freistin 1. februar er úti. 

 

Freistin at søkja um stuðul til film er tískil sett at vera 1. mai 2025, skrivar Almanna- og mentamálaráðið á síni heimasíðu.