Silver Dania slapp úr Troms aftur fríggjakvøldið

- Vit hava einki funnið, sum knýtir skipið til nakra atgerð, sigur norski løgregluadvokaturin, Ronny Jørgensen, við norska kringvarpið NRK

Skipið, Silver Dania, sum norðmenn eiga, men sum hevur russiska manning, slapp úr aftur Troms fríggjakvøldið, eftir at løgreglan hevu kannað skipið.

 

Illgruni var um, at skipið hevði framt herverk á ein fipurkaðal í Eystursjónum, sum gongur millum Lettland og Svøríki.

 

Tað var Lettland, sum hevði heitt á norsku løgregluna um at taka skipið inn til Troms, soleiðis at neyðugar kanningar kundu gerast.

 

Men, longu fríggjakvøldið kundi norska løgreglan upplýsa, at teirra kanningar vóru lidnar, og at skip og manning høvdu fingið loyvi at loysa aftur.

 

- Vit hava nú gjørt eina røð av kanningum og hava tryggjað okkum, at Lettland fær tey kanningarúrslit, sum landið hevur biðið um.

 

Norska løgreglan sigur, at kanningarnar fara at halda fram, men leggur aftrat, at skipið varð leysgivið í gjárkvøldið og kund halda leiðina fram.

 

- Vit hava einki funnið, sum knýtir skipið til nakra atgerð, sigur norski løgregluadvokaturin, Ronny Jørgensen, við norska kringvarpið NRK.