Durita Jógvansdóttir Thomsen hevur umvegis Hópfíggingarportalin fingið stuðul til sítt klædnamerki PROSJEKT BRYNJA á 80.000 krónur.
Við stuðlinum hevur hon nú møguleika at fara undir framleiðslu av jakkum og frakkum úr føroysku ullini, sum er endamálið við verkætalnini.
PROSJEKT BRYNJA hevur nevniliga sett sær fyri at skapa vørur úr føroysku ullini, sum er at rokna sum eitt slitsterkt, heitt og vatnavvísandi tilfar, ið er serliga væl egnað til yvirklæðir.
Durita Jógvansdóttir Thomsen byrjaði sína yrkisleið sum sniðgevi í 2020 undir navninum DURITA THOMSEN. Hon hevur síðan tá arbeitt við øllum møguligum, eitt nú seymað burturúr endurnýtslutilfari og framleitt hondbundin pløgg saman við føroyskum bindikonum. Fólk kenna kanska hesi pløggini aftur úr handlunum Østrøm og Káta Horninum í Havn.
Men við PROSJEKT BRYNJA er hon farin ein nýggjan veg: At skapa yvirklæðir úr føroysku ullini, sum kunnu nýtast alt árið.
– Ein lærir allatíð og við tíðini havi eg funnið fram til eitt meira gjøgnumført konsept, sum veruliga gevur meining. Ullin er eitt natúrligt tilfar, og eitt bi-produkt av seyðahaldinum, sum í longri tíð ikki hevur verið gagnnýtt til fulnar. Eg føli eg kann gera ein mun við at brúka føroyska ull, greiðir Durita Jógvansdóttir Thomsen frá.
##med2##
– Hjá mær snýr tað seg um at skapa tað serliga plaggið. Tað sum er ein partur av klædnaskápinum í nógv ár, og sum ein kennir seg serliga væl í. Plaggið fortelur eina søgu um ullina, ein mentanararvur sum vit øll eiga, og fer ein væl við tí, so kann tað halda eina lívstíð ella meir.
Við stuðlinum frá hópfíggingini fer Durita at gera tær seinastu tillagingarnar á sniðunum og fara undir framleiðslu í samstarvi við eitt virki í Litava.
– Stuðulin ger, at tað er lættari at koma í gongd og fáa eina ordiliga og góða byrjan. Eg fái keypt størri inn og kann brúka meira uppá marknaðarføring, so tað vónandi kann lyftast upp á eitt enn hægri stig. Eg vóni, at hetta kann vera ein byrjan upp á nakað størri, sigur hon.
Dreymurin
Sniðgevin er spent upp á framtíðina við PROSJEKT BRYNJA. Hennara yvirskipaða mál er sum sagt at skapa eitt sterkt klædnamerki, sum byggir á føroyska ull – men hvat er dreymurin?
– Dreymurin er, at eg kann hava eitt merki, sum hevur eitt breitt úrval, har alt í høvuðsheitum er úr føroyskari ull, sigur Durita, sum við hesum vónar at kunna geva ullini nýtt virði, og at føroysku ullvørurnar aftur vera ein partur av klædnaskápunum hjá okkum.
– Kanska tað kann geva íblástur til onnur at nýta føroyska ull og vekja ein áhuga fyri føroyskum ullvørum, so vit fara at duga betur at gagnnýta hana, og hon soleiðis kann blíva til ein týðandi part av okkara nútíðar klædnavinnu, sigur hon.
Av tí at PROSJEKT BRYNJA enn er heilt nýtt, so koyrir Durita í løtuni víðari við sínum merki DURITA THOMSEN. Tað verður sostatt ein yvirgongd komandi tíðina, inntil framleiðslan av ullvørunum fer í gongd.
Tað verður gjørt í samstarvi við eitt virki í Litava, og fyrstu sniðini hjá PROSJEKT BRYNJA verður væntandi klár í summar.
– Eg havi fingið nøkur snið upp á pláss, har tað bara eru fáar tillagingar at gera, og næsta stigið er so at fara til Litava at vitja virkið, soleiðis at vit lættari kunnu samskifta og tryggja, at vit fáa eina góða byrjan uppá samstarvið. Eg eri ordiliga spent at koma í gongd, sigur Durita Thomsen.
##med3##
(Brot úr grein í Sosialinum 16. januar)