Fimm leikarar hava vunnið fýra HM-gull

Jóhan á Plógv Hansen er ein av teimum fimm leikarunum

Í núverandi danska HM-hópinum, ið júst hevur vunnið HM-gull í manshondbólti eru bert fimm leikarar, ið hava vunnið HM-gull fýra ferðir.

 

Millum teir fimm leikararnir, ið hava verið partur av HM-hópunum sum hava vunnið HM-gull í 2019, 2021, 2023 og 2025 er havnarmaðurin, Jóhan á Plógv Hansen.

 

Hinir fýra leikararnir sum hava vunnið fýra HM-gull eru Magnus Landin, Mads Mensah, Henrik Møllgaard og Simon Hald.

 

Í samrøðu við danska TV2 aftaná HM-finaluna í Unity Arena segði Jóhan, at hann er fegin um øll HM-gullheiðursmerkini, men hann hevði ynskt at spælt ein væl størri leiklut til teir avgerandi dystirnar í hesum endaspølunum.

 

Jóhan vildi ikki avdúka í samrøðuni hvar hann fer at spæla komandi kappingarár. Sáttmálin við Flensburg-Handewitt gongur út í summar.