Tíðindaskriv:
Eitt nú rinda tey, sum tjena 27.500 kr. um mánaðin, 15.500 kr. minni í skatti um árið í dag enn, tá flatskatturin var galdandi. Tað svarar til 1.300 kr. um mánaðin.
Tvær ferð hevur samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn minkað skattin hjá lág- og miðalløntum. Fyrru ferð í 2016 og so aftur nú í 2024 og 2025.
Eisini tey, sum ikki hava so stóra inntøku, hava fingið meira. Tjenar tú 17.500 kr. um mánaðin, so hevur skattalættin verið slakar 10.000 kr. um árið ella 800 kr. um mánaðin.
Tað vísir svar frá Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, upp á fyrispurning frá Hans Jacob Thomsen, tingmanni fyri Javnaðarflokkin.
- Fleiri í andstøðuni hava róð fram undir, at fólk við lágum inntøkum ikki hava fingið lut í skattalættunum hjá samgonguni. Fyri at fáa greiði á hesum setti eg landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum nakrar spurningar um skattin hjá ymsum lønarinntøkum. Svarið vísir at skattalættin vendir sosialt rætt og lág- og miðalløn hava fingið eina rímiliga skattaminking, sigur Hans Jacob Thomsen, tingmaður.
##med2##
Lágar inntøkur hava eisini fingið skattalætta
Eitt vanligt húskið, har annar arbeiðir fulla tíð sum sjúkrarøktarfrøðingur og hin handverkari, rindar nú slakar 32.000 kr. minni í skatti um árið sammett við 2015.
Svarið vísir eisini, at hægstu inntøkurnar hava fingið minsta lættan, sí talvuna omanfyri.
Aksel V. Johannesen, sum eisini var løgmaður, tá skattalætti varð latin í 2016, sigur:
- Vit hava fingið samhaldsfesti inn aftur í skattastigan, og flatskatturin er nú søga. Tá flatskatturin var settur í gildi fekk ein arbeiðaraløn tað, sum svarar til ein sigarettpakka um mánaðin. Hægstu lønirnar fingu 7.000 kr – ein nýggjan flatskíggja – um mánaðin. Okkara mál er støðugt lætta um hjá vanligu barnafamiljuni, og svarið hjá Ruth Vang vísir, at politikkurin hevur gjørt góðan mun. Men príshækkingar og inflatión hava tyngt húsarhaldini, so vit ætla okkum at gera enn meira. Eitt nú fara vit seinni í ár at taka MVG-ið av útvaldum gerandisvørum.