Føroyska Flowcore er í topp-20 av 2000 atljóða Stratup fyritøkum

– Ein av okkara fyritøkum her í Hugskotinum, Flowcore, er komið í hálvfinaluna í stóru altjóða virðismettu startup-kappingini Slush 100 í Finnlandi

Ólavur Ellefsen, stjóri í Flowcore

Soleiðis skrivar Hugskotið:

 

– Flowcore er sostatt í topp 20 millum 2000 aðrar altjóða startup fyritøkur, sum søktu um luttøku í kappingini, og skal á pallin í Helsinki 20. november at kappast um 7,5 mió kr.

 

Flowcore fekk sína fyrstu íløgu frá føroyska vinnueingla-netverkinum FarBAN í fjør - hetta var samstundis tann fyrsta íløgan, sum vinnueinglar í netverkinum gjørdu.

 

– Vit eru so sera spent og ynskja Flowcore allarbestu eydnu á pallinum tann 20. november í Helsinki, skrivar Hugskotið.

 

Niðanfyri sæst sjónbandið sum vann Flowcore pláss í hálvfinaluni.

 

##med2##

 

Ólavur Ellefsen, stjóri í Flowcore