- Í løtuni eru øll partrolarapørini uttan eitt til fiskiskap. Skipini hava brúkiligan fiskiskap, og nøkur pør koma inn at landa í vikuni sum kemur.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.
- Tveir djúpvatnstrolarar eru á Íslandsrygginum og fiska tosk, og annar kemur inn at landa síðst í hesi vikuni.
Lagt verður aftrat, at ein djúpvatnstrolari fiskar svartkalva. Hinir liggja við bryggju.
Um teir smáu trolbátarnar verður sagt í dag, at tveir eru á Skeivabanka, ein er eystanfyri, og tveir eru norðanfyri.
- Teir fiska mest havtasku, tosk og hýsu, og allir koma inn at landa í vikuni sum kemur.
Í kvøld er einki serligt veður, so spurningurin er, um dagføringarnar hjá Fiskamarknaði Føroya eru nýggjar, nú veðrið er so vánailgt.
Dagføringarnar eru lagdar út á heimasíðuna www.fmf.fo í dag, 2. februar.
Um garnaskipini verður sagt, at tvey fiska svartkalva, men fiskiskapurin er smáligur. Skipini koma inn at landa síðst í næstu viku.